Fótbóltur

Håkan er hampiliga væl nøgdur

Í viðmerking til FSF stutt eftir lutakastið setir landsliðsvenjarin hjá orð á, at hann er glaður fyri at sleppa undan ávísum londum. Føroyar skulu nú vísa meira í álopskenda spælinum, verður sligið fast.

Håkan Ericson til seinastu uppgávuna í EM-undankappingina í fjør, har Føroyar samanlagt bert skoraðu tvey mál. Nú skal vera øðrvísi, sigur hann (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson til seinastu uppgávuna í EM-undankappingina í fjør, har Føroyar samanlagt bert skoraðu tvey mál. Nú skal vera øðrvísi, sigur hann (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-08 19:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er, sum tað ofta er við lutakøstum: Man er ikki ordiliga nøgdur men heldur ikki ordiliga ónøgdur.

Hetta staðfestir Håkan Ericson, sum var staddur í París til UEFA Nations League-lutakastið. Har sá svenski venjarin, at Føroyar komu í bólk saman við Armenia, Norðurmakedónia og Lettlandi

Sí eisini: 
Áhugavert føroyskt Nations League-lutakast
BEINLEIÐIS um lutakastið

Hetta rakti ikki beinleiðis á tað, sum ynski var áðrenn, men heldur ikki á marrumótsstøðuna - meira mitt ímillum.

Håkan staðfestir, at hann er glaður fyri at sleppa undan Rumenia og Slovakia, úr ávíkavist potti eitt og trý. Tó hevði hann kanska heldur ynskt Estland ístaðin fyri Lettland (styrkisbólkur fýra) og Kýpros heldur enn Norðurmakedónia úr triðja potti.

Spurdur um munin millum tað at spæla EM-undankapping og Nations League, og hvat hann vil hava fram, svarar landsliðsvenjarin soleiðis: 

- Vit fingu ikki nóg nógv burtur og vístu ikki nóg mikið í álopskenda spælinum í EM-undankappingini í fjør, tó at vit sum heild vóru nøgdir við verjupartin. Í Nations League skal man hyggja meira frameftir vøllinum hjá Føroyum (...) eg má líka hyggja nærri eftir mótsstøðuliðnum, men summi av liðunum her liggja á áleið sama stigi sum Moldova, sum vit hava spælt tættar dystir ímóti. Lettland kenna vit rímiliga væl.

Sí og hoyr samrøðuna við Håkan Ericson á Facebook-vanganum hjá FSF.

Júst Lettland spældu Føroyar tvær ferðir 1-1 ímóti í Nations League í 2020, og hevur A-landsliðið ongantíð tapt fyri teimum. Í fjør taptu Føroyar 1-0 í venjingardysti í Norðurmakedónia - fyrsta dystinum millum londini á hasum stigum. A-landsliðini hjá Føroyum og Armenia hava ongantíð spælt.

Dystirnir verða spældir í september, oktober og í november - arbeitt verður nú við at leggja endaligu dystarskránna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder