Hann stendur eitt sindur í skugganum av Hans Lindberg í løtuni, men tað hevur hann tað fínt við.
21-ára gamli hoyvíkingurin hevur funnið seg til rættis í Füchse Berlin, sum er oddalið í Bundesliguni við fullum stigtali.
Hákun West av Teigum fær minuttir men spælir lutfalsliga meira í European League. Hann veit, at man kann læra heilt nógv av snilda danunum, sum er ógvuliga tryggur og spælir nógv, hóast hann er yvir 40 ár.
Ungi føroyingurin er lyklaspælari á A-landsliðnum, sum hesa vikuna fyrireikar seg til EM-endaspælið. Tveir dystir í Íslandi - fríggjakvøldið og leygarkvøldið - eru ein lykil í hesum, staðfestir Hákun.
Hoyr alla samrøðuna ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald