Hondbóltur

Hákun í hopla í stórum Champions League-sigri

Fücshe Berlin fór veruliga frá Aalborg eftir steðgin, og føroyski høgri vongurin hevði stóran leiklut: Hákun West av Teigum skjeyt sjey mál - uppá átta skot.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-04-24 23:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hákun West av Teigum hevur verið fyrsta val á høgra vongi hjá Fücshe Berlin í eina tíð, men tað tað er ikki altíð, at 23-ára gamli føroyingurin fær so nógvar bóltar at arbeiða við.

Tað var øðrvísi í kvøld, tá Aalborg vitjaði í Max-Schmeling-Halle. Hákun skeyt átta ferðir, og kviki hoyvíkingurin vísti kaldleika - millum annað móti Niklas Landin nakrar ferðir.

Hákun West av Teigum skoraði sjey ferðir í fyrru fjórðingsfinaluni. Talan var harvið um 87,5 prosent effektivitet hjá føroyingunum á stóra pallinum, tá oddaliðið í Bundesliguni vann 37-29 á Aalborg.

Tíverri er einki mál hjá Hákuni West av Teigum í hæddarpunktum - har vóru annars nógv hjá hoyvíkinginum (Youtube)

[object Object]Mynd: EPA

Harvið er útgangsstøðið hjá Fücshe Berlin ógvuliga gott undan seinna dystinum, sum verður í Aalborg mikudagin 30. apríl.

Tað sá annars einki út eina løtu út í fyrra hálvleiki. Alborg-verjuparturin og Landin høvdu heilt gott tamarhald á, og munurin var einaferð á seks málum.

So líðandi tók Fücshe tó yvir, og Hákun West av Teigum legði heimaliðið á odda 18-17 eftir minuttir. Síðani koyrdi tað bara, og serliga Mathias Gidsel var flúgvandi. 

Dagført: kl. 23.12

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder