Hondbóltur

Hákun og teir spæla fyrru fjórðingsfinaluna í kvøld

Füchse Berlin skal royna at koma í Final Four í Champions League á fyrsta sinni - fyrri dysturin móti Aalborg byrjar klokkan 19.45 og sæst á DR1 og á Viaplay.

Savnsmnd: Sverri Egholm

Savnsmnd: Sverri Egholm

2025-04-24 10:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um beint undir eina viku verður greitt, um vit aftur fáa ein føroyskan spælara í Final Four í Champions League.

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin eru á odda í Bundesliguni, og standa seg eisini væl í fremstu evropeisku kappingini. 

Fyrra fjórðingsfinalan móti Aalborg verður í Max-Schmeling-Halle í dag, og mikukvøldið 30. apríl, taka donsku meistararnir ímóti til seinna dystin.

Lagt er upp til tætta uppgerð, har Füchse tó er favrotittur. Fyrru fjórðingsfinalurnar, sum vórðu spældar í gjár, vóru tættar: Magdburg og Vezprem spældu javnleik í Týsklandi, og Nantes vann 28-27 á Sporting CP.

Hákun væntast ein leiklut sum fyrsta val á høgra vongi til uppgerðina við Aalborg. 

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð, og sæst hann bæði á Viaplay og DR1 (umframt DR TV)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder