Magdeburg vann bæði landskappingina og steypakappingina síðsta kappingarár, og harvið vóru tað silvurvinnararnir úr Berlin, sum skuldu stríðast við Magdeburg um stórsteypið í gjár.
Hetta gekst væl hjá Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum. Teir vunnu 32-30 í Düsseldorf.
Tað var 17-17 í steðginum, men Füsche Berlin átti meira í seær, sum 2. hálvleikur leið. Sviin Jerry Tollbring og danin Lasse Andersson vóru stórspælandi við ávikavist 9 og 7 málum.
Hákun West av Teigum fær eftir øllum at døma størri leiklut í ár, nú Hans Lindberg er farin og ístaðin er liðfelagi við Paula Jacobsen í danska HØJ. Hákun skoraði eitt mál av høgra vongi í stórsteypadystinum í gjár.
Eftir dystin fíltust venjararnir hjá báðum liðum á, at tað er so stutt millum, at OL endaði, og at kappingarárið byrjar.
Fyrstu dystirnir í Bundesliguni verða spældir hósdagin 5. september, tá bæði Vilhelm Poulsem (Hannover-Burgdorf) og Elias Ellefsen á Skipagøtu (THW Kiel) skulu í eldin. Hákun og Füsche Berlin spæla á útivølli móti Eisenach leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald