Hondbóltur

Hákun West av Teigum greiður toppskjútti - Pauli Jacobsen stóð branddyst í Bosnia

11 mál frá høgra vonginum og 17 skrásettar bjargingar frá liðformanninum: Her eru nøkur hagtøl frá føroyska sigrinum í Tuzla í fyrra HM-røkkstøkkdystinum.

- Eg skuldi líka vakna staðfestir Hákun West av Teigum. Tað gjørdi Füchse-vongurin eisini av álvara (Mynd: Sverri Egholm)

- Eg skuldi líka vakna staðfestir Hákun West av Teigum. Tað gjørdi Füchse-vongurin eisini av álvara (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-14 23:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tuzla, Bosnia (Portalurin): Tað vóru serliga verjuparturin og málverjarnir, sum vóru í miðdeplinum í kvøld, tá fyrri dysturin millum Føroyar og Bosnia-Hersegovina um HM-pláss var á skránni.

Hendan dystin vunnu Pauli Jacobsen og føroyingarnir, og eftir ringa byrjan í opnum spæli kom Hákun West av Teigum av álvara gongd. 11 mál samanlagt og nógv týðandi mál frá nummar 17 í trýstum løtum eftir steðgin, tá Bosnia hevði sína bestu løtu - og móti endanum tá Hákun tvær ferðir snilt økti til pluss tvey

Sí videosamrøður við Paula Jacobsen og Hákuni West av Teigum her: 
Maðurin við mongu bjargingunum: - Eg fekk øðiliga góðar arbeiðsumstøður
Video: Toppskjúttin skuldi líka vakna í Tuzla - pluss tvey er okay

Hjalti Mohr Jacobsen; - Ikki nakar perfektur dystur . men nógv at gleðast um

Les meira um dystin her: Vunnu eftir tógvið stríð í Tuzla - verður avgjørt við Tjarnir leygarkvøldið

[object Object]
Pætur Mikkjalsson og Teis Horn Rasmussen stóðu ógvuliga væl í miðverjuni størsta partin av dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Sí nøkur hagtøl frá dystinum niðanfyri:

Fyrri HM-røkkstøkk dystir (playoff)
Tuzla, hósdagin 14. mai
Bosnia - Hersegovina - Føroyar 22-24 (10-12)

Dystargongdin 
5 min: 2-4
10 min: 3-5
15 min: 5-6
20 min: 7-7
25 min: 10-10
30 min: 10-12
35 min: 11-15
40 min: 13-16
45 min: 17-16
50 min: 19-18
55 min: 20-21
60 min: 22-24

Málskjúttar:
Hákun West av Teigum 11 (4)
Vilhelm Poulsen 5
Leivur Mortensen 2
Óli Mittún 2
Bjarni í Selvindi 1
Rói á Skipagøtu 1
Pauli Mittún 1
Teis Horn Rasmussen 1

Gagnnýtisprosent: 65 (24/37 skotum) 
Bosnia hevði bert 49 prosent

(Flest upplegg: Óli Mittún - umleið 10)

[object Object]Óli Mittún var heldur óvassur í skotunum í dag, har fimm brend skot vóru. Tó átti Óli helst fríkast/brotskast í einum trimum teirra (Mynd: Sverri Egholm)

Bjargingar: Pauli Jacobsen 17 bjargingar (43,6 prosent)
Umframt hetta vóru sjey bjargingar, har tað varð dømt fríkast ella brotskast beint aftaná, og taldu hesar harvið ikki við

[object Object]
Pauli Jacobsen spældi ein frálíkan dystin fyri Føroyar. Liðformaðurin las støðurnar væl við góðari hjálp í verjuni, bjargaði tveimum bortskøstum og hevði aðrar stórbjargingar. Frammanfyri honum stóðu serliga Vilhelm Poulsen, Teis Horn Rasmussen og Pætur Mikkjalsson væl (Mynd. Sverri Egholm)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder