Hondbóltur

Hákun West av Teigum skal spæla Final Four í Champions League

Føroyski høgri vongurin og liðfelagarnir úr Fücshe Berlin gjørdu arbeiðið liðugt í Aalborg við millum annað at skora 40 mál. Stóru dystirnir hjá Hákuni í Köln verða spældir 14 og 15 juni.

2025-04-30 19:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør var tað Elias Ellefsen á Skipagøtu, og í ár ger javngamli landsliðsliðfelagin honum kynstrið eftir: 

Hákun West av Teigum skal spæla í Final Four í Champions League. 

Hetta merkir, at 23-ára gamli hoyvíkingurin skal spæla hálvfinalu í heimsins størstu kapping fyri lið leygardagin 14. juni í stóru Lanxess leikhøllini í Köln.

Vinnur Fücshe sína hálvfinalu, so bíðar heilt stóra finalan í somu høll dagin eftir. Annars verður bronsudystir á skránni hjá Hákuni 15. juni.

Hetta er aðru ferð, at Fücshe Berlin skal til Final Four í Champions League. Fyrru ferð var í 2012. Í fjør vóru Hákun og teir í European League-finaluni men taptu fyri Flensborg.

[object Object]
Hákun West av Teigum kann gleða seg til uppaftur fleiri spennandi uppgávur - í fjør var tað Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum royndi seg í Final Four (Mynd: Sverri Egholm)

Plássið hjá Fücshe kom í hús við sigri í málríkum dysti í Aalborg. Tað var tó ikki neyðugt at vinna: Átta-máls sigurin frá fyrsta dystinum gjørdi, at útgangsstøði var gott, og samanlagdi sigurin kom ongantíð í vanda.

Gestirnir vunnu 40-36 og fingu veruliga víst sítt góða og skjóta álopsspæl - sum ikki einaferð gekk Mathias Gidsel á odda.

Hákun West av Teigum fekk ikki líka nógv at arbeiða við sum í fyrra dystinum, tá føroyingurin gjørdi bart við sjey málum uppá átta skot - hann spældi heldur ikki allatíðina í Aalborg í kvøld. Hákun fekk tvær skotroyndir og skoraði báðar.

Sí eisini: Hákun í hopla í stórum Champions League-sigri

13 dystir ósigraðir, oddalið í Bundesliguni og nú í Champions League Final Four. Tað koyrir veruliga hjá Fücshe og Hákuni West av Teigum - í næstu viku hevur dugnaligi vongurin avgerandi landsliðsuppgávur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder