Tveir stórdystir vóru í Bundesliguni leygarkvøldið, og tveir føroyingar fingu stóran leiklut í uppgerðini.
Elias Ellefsen á Skipagøtu byrjaði ikki væl í Berlin - millum annað við fýra brendum skotum -men skjótt fekk spælskiparin hjá Kiel sítt uppleggspæl væl at koyra og síðani komu málini eisini frá nummar 71.
Viðmerkjarar hava stórróst háttinum, sum føroyingurin nýtti at stýra 7 móti 6 spælinum. Hetta fór Kiel til, tá tað kendist neyðugt, og í mun til undafarnu ár, sleppur Elias á Skipagøtu nú at stýra hesum hjá týska stórfelagnum.
Tað sær út sum eitt gott hugskot, og tað var Elias, sum fekk Kiel inn í dystin aftur: Hann skoraði til 26-22, tá 42 minuttir vóru farnir, og tíggju minuttir seinni var 27-27. Tá hevði 23-ára gamli hoyvíkingurin skorað 5 av seinastu 6 málunum hjá Kiel og lagt upp til hitt.
Nummar 71 varð toppskjútti við 12 málum og legði eisini upp til fýra mál (javnsett flest).
![]()
Elias Ellefsen á Skipagøtu heldur fram at skapa nógv í heimsins sterkastu deild (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hesi flottu tølini vóru tó ikki nóg mikið hjá Kiel. Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vóru stinnari.
Domagoj Duvnjak skoraði til 29-29, tá tríggir minuttir vóru eftir. Men síðani var tað best heimaliðið, sum skoraði, og vann 32-29.
Hákun West av Teigum skoraði okkurt týðandi mál seinastu løtuna í dystinum, og samanlagt skoraði føroyski høgri vongurin fimm mál í týðandi sigrinum. Landsliðsprofilurin var sum heild tryggur móti Andreas Wolff, tó at ein stórbjarging var, og Gonzalo Perez de Vargas.
Hákun hevði eisini eitt upplegg, eftir at hann vann bóltin væl eftir bjarging og fann Mathias Gidsel.
Við sigrunum fer Füchse Berlin frammum Kiel og er á 3. plássi. Tvey stig eru upp til Champions League-pláss hjá Hákuni West av Teigum og teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald