
Hákun West av Teigum hevur 16 mál uppá 18 skotroyndir, og Füchse Berlin hevur seks stig fyri trý umfør.
Hetta er greitt eftir dystin í Kielce í kvøld. Füchse-álopið var flúgvandi í fyrra hálvleiki og hevur framvegis fullan pott í bólkaspælinum í Champions League.
Føroyingurin var eisini í stóran mun flúgvandi: Hákun West av Teigum hevði fimm skotroyndir fyrstu 17 minuttirnar og skoraði hann uppá allar - talan var um bæði góð mál av høgra vongi og nøkur kontramál, har útiliðið revsaði Kielce.
Síðani var hoyvíkingurin av bonkinum seinastu løtuna fyri steðgin, soleiðis at Mathias Gidsel fekk vart á vonginum eina løtu (langa síðan til bonkinum). Tað var 15-22 í steðginum í Póllandi.
Í 2. hálvleiki fekk føroyingurin bert eitt skot. Har skeyt hann á stongina úr spískum.
Hesa løtuna kom Kielce nærri, men tá støðan var 28-31 tók Nickolaj Krickau leikbrá, og Berlin koyrdi sigurin heim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald