Fótbóltur

Halda rundan dag á Argjum

Ítróttafelagið Argir fylti 10 ár í fjør. Tá forðaði covid-19 fyri føðingardagshaldinum, men í dag verður føðingardagsveitsla.

Í dag telur felagið fleiri enn 170 limir (Mynd: ÍA)

Í dag telur felagið fleiri enn 170 limir (Mynd: ÍA)

2022-09-30 07:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ítróttafelagið Argir – stytt ÍA – fylti 10 ár í august í fjør. Tá forðaði covid-19 fyri nøkrum føðingardagshaldi, men í felagnum ætla tey ikki, at hetta skal fara framvið ótalað. Í dag - fríggadag - verður føðingardagsveitsla hildin.

Hetta verður sjálvandi hildið við Skúlan á Hamrinum, har føðingardagsbarnið bjóðar pylsur og annað gott. 

Frá byrjan var ætlanin at skapa ein felagsskap, sum gav argjabørnum møguleika at spæla hondbólt á Argjum, heldur enn at tey skuldu vera noydd at koyra til Havnar ella Hoyvíkar fyri at hava hendan møguleika.

Byrjanin var heldur tilvildarlig, tá argjabørn mannaðu eitt U12-lið hjá Neistanum.

Teir báðir, Kristian Martin Skála og Martin Mørk, áttu hvør sin son á hesum liðnum, og tað eina kvøldið eftir venjing prátaðu teir um, at teir kanska bara skuldu stovna sítt egna felag.

Martin hevði undan hesum verið aktivur í Neistanum, meðan Kristian Martin hevði traðkað sínar barnaskógvar í H71, har hann eisini var formaður eitt skifti. Afturat sær fingu teir tveir Kyndils-menn, Nikolai Balle og Michael Viderø, og so varð lagt til brots.

Í dag telur felagið fleiri enn 170 limir, og í høllini, sum síðani er komin í Skúlanum á Hamarinum, spæla hesi í øllum aldursbólkum frá mini-hondbólti til U16. Eisini hevur felagið seinastu fýra árini havt fulltíðarsettan venjara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder