Fótbóltur

Halla dró Belgia, Slovenia og Aserbaijan til Føroyar

Liðskiparin á føroyska U17 landsliðnum, Halla Morgan Ejdesgaard, var við til lutakastið í dag. Har tók hon eisini ímóti Respect and FairPlay steypinum, sum Føroyar vunnu til EM-endaspælið í mai.

2025-12-11 10:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mai mánaði í ár vóru Føroyar vertir fyri EM endaspælinum hjá U17 gentum. Tá vunnu føroysku genturnar Respect and FairPlay steypið.

Halla M. Ejdesgaard, sum var føroyskur liðskipari til endaspælið í ár, var í Nyon í dag og tók ímóti steypinum.

[object Object]
Mynd: fsf.fo

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at føroyski liðskiparin eisini fekk heiðurin at luttaka í lutakastinum til EM-undandystirnar næsta ár.

- Hon dróg øll londini úr pottinum - bæði til League A og B. Og til bólkin hjá Føroyum dróg Halla Belgia, Slovenia og Aserbaijan. 

Føroyska U17 landsliðið spælir í League B og skal spæla sínar dystir á vári 2026. Tá spæla tær fyri at flyta upp í League A.


Bólkarnir í Deild B hjá U17 - Mynd: Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder