Føroyski landsliðsleikarin Hallur Hansson, sum spælir við AC Horsens, varð valdur á liðið hesa vikuna hjá danska fótbóltsblaðnum, Tipsbladet.
Danska superligan varð uppafturtikin farna vikuskiftið, og liðið hjá Halli, AC Horsens, vann sera óvæntað 1-0 á oddaliðnum FC Midtjylland, eitt nú takkað verið góðum spæli hjá føroyska stríðsmanninum á miðvøllinum.
Innsatsurin hjá Halli varð mettur at vera so góður, at hann nú er við á liðnum hesa vikuna hjá Tipsbladet.
Blaðið sigur soleiðis um avrikið hjá Halli mánadagin móti FCM:
”Tá AC Horsens spælir, er brúk fyri stríðsvilja fyri at tryggja stig. Tað var júst tað, sum Hallur Hansson vísti mánadagin... Hann rann 12,5 milometrar, hevði fýra ’clearingar’, tvær blokeringar, fimm takklingar og vann sjey nærdystir. Við øðrum orðum var føroyingurin framúr sum arbeiðs- og stríðsmaður á miðvøllinum hjá Horsens. Júst sum Bo Henriksen (venjaranum.red.) dámar”.
AC Horsens liggur í løtuni á 9. plássi í bestu donsku fótbóltskappingini við 31 stigum fyri 25 dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald