Nakrir føroyskir leikarar hava verið í eldinum í dag.
Danmark: Hallur Hansson og Horsens byrjaðu illa við 3-0 ósigri á heimavølli fyri FC Nordsjælland í 1. umfarinum. Í dag vann Horsens 3-0. Hallur legði upp til leiðslumálið hjá Micheal Lumb í 4. minutti, og føroyingurin spældi á sentrala vøllinum allar minuttirnar í Slikeborg.
Týskland: Arminia Bielefeld vann í dag 2-1 á Verl, ið spælir í fjórðbestu deildini. Hetta var Jóani Símuni Edmundssyni at takka. Toftamaðurin, ið fekk reytt kort ímóti Norwich fyri viku síðani, javnaði við brotssparki eitt korter fyri tíð. Í 89. minutti sló Jóan Símun til aftur. 27-ára gamli leikarin er við at koma fyri eftir skaðatrupulleikar.
Noreg: Í Eliteserien varð Gilli Rólantsson skiftur inn í 78. minutti í 2-1 sigrinum hjá Brann. Liðið við tvøramanninum á liggur á 4. plássi í deildini við 26 stigum fyri 16 dystir. Í næstbestu deildini sær einki út hjá HamKam. Í dag tapti liðið 4-1 ímóti á útivølli ímóti Start. Odmar Færø gekk gult kort stutt eftir steðgin og varð skiftur út í 64. minutti. HamKam liggur á 12. plássi og er partur av niðurflytingarstríðnum.
Fótbóltur
Hallur legði upp í greiðum sigri - Jóan Símun tvífaldur málskjútti
Horsens fekk síni fyrstu stig í Superligaini, og Arminia Bielefeld vann venjingardyst.
Jóan Símun Edmundsson skorar her ímóti Malta - Hallur Hansson er í bakgrundini, og miðvallarin skoraði eisini í hesum dystinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-07-21 20:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald