 
                
                        
Í fimm ár spældi hann fyri AC Horsens og var seinastu árini eisini liðformaður í felagnum. Í kvøld hevur liðformaðurin á føroyska landsliðnum møguleika at senda gamla felag sítt út úr donsku steypakappingini.
Horsens flutti fyrr í ár niður í næstbestu donsku deildina, og í summar søgdu partarnir samstarvið upp. Hallur Hansson var uttan felag fram til beint eftir seinastu landsdystirnar, tá hann skrivaði undir stutt-tíðar sáttmála við botnliðið í fremstu donsku deildini, Vejle Boldklub. 
Les eisini: Hallur Hansson til Velje 
Tríggjar dagar seinni spældi Hallur allar 90 minuttirnar á Brøndby Stadion, og fríggjakvøldið var 29-ára gamli miðvallarin eisini á vøllinum, tá Vejle tók ímóti FC Nordsjælland og vann sín fyrsta dyst í Superliguni í ár.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/11/18/890x590/fo-sve-11.jpg) 
 
Viljormur Davidsen í landsdysti (Mynd: Sverri Egholm)
Viljormur Davidsen kom á vøllin í 82. minutti. Vinstri bakkurin, ið er tann útlendingurin við flest dystum í søguni hjá Vejle, fór út orsakað av trupulleikum í lærkrikanum tíðliga í seinna hálvleiki móti Skotlandi fyri tveimum vikum síðani. Talan er tíbetur ikki um ein stóran skaða, og Viljormur og Hallur verða allarhelst báðir á vøllinum í Parkini 12. november.
Sí eisini: - Vildi ikki seta liðið í eina keðiliga støðu, tí eg ikki kundi geva meg 100 prosent
Fyrst skulu teir hugsavna seg heilt um niðurflytingarstríð og í kvøld at koma víðari í donsku steypakappingini. Mótstøðuliðið hjá Vejle er AC Horsens, ið liggur nummar fimm í NordicBet deildini. Tað er Jens Berthel Askou, sum í fjør leiddi HB til greipuna, ið stendur á odda fyri fyrrverandi liðnum hjá Halli Hanssyni. 
Horsens er heimalið, og er sambært veddingarfyritøkunum ein heilt lítil favorittur í áttandapartsfinaluni, sum helst verður tøtt. Fyrsta bríksl er klokkan 17, og dysturin kann síggjast á TV3 Sport og Viaplay
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/08/02/890x590/hb-nsi-7.jpg)
Jens Berthel Askou tók í januar við í Horsens. Hetta var, tá Hallur Hansson var liðformaður har, liðið var í Superliguni og ein mánaða eftir, at Berthel og HB høvdu vunnið greipuna (Mynd: Sverri Egholm)
 
                
     
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald