(Soleiðis segði Hallur Hansson við Agnar Prestá í síðstu viku undan landsdystunum á Tórsvølli)
Hallur Hansson sum seinastu tíðina hevur verið uttan sáttmála, hevur nú skrivað undir við Vejle Boldklub, og føroyski liðformaðurin verður sostatt partur av hópinum saman við Viljormi Davidsen.
29 ára gamli Hallur Hansson hevur royndir í Superliguni, og hevur seinastu árini spælt við AC Horsens, sum í fjør flutti niður í næstbestu deildina.
(Mynd: Vejle Boldklub)
Longu í dag hittir Hallur Hansson nýggju liðfelagararnir í VB Parkini, og avtalan er í fyrsta umfari galdandi restina av árinum.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Vejle Boldklub liggur í løtuni á aftasta plássi í deildini við tveimum stigum eftir ellivu dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald