Viljormur Davidsen noyddist út, tá 58 minuttir vóru leiktir í kvøld. 30-ára gamli vinstri bakkurin fekk trupulleikari við lærkrikanum eftir ein nærdyst í fyrra hálvleiki.
Hann royndi so at halda seg í gongd á súkklu í skiftingarrúminum í steðginum, men tíðliga í øðrum hálvleiki varð avgerð tikin um, at ein útskifting var neyðug.
- Eg vildi ikki seta liðið uppá spæl, tí eg ikki fekk givið meg 100 prosent í øllum støðunum.
Hoyr eisini Vejle-leikarin seta orð á, hvat eydnaðist væl hjá føroyska liðnum, avrikið hjá Ára Mohr Jónsson og uppgávuna sum er á skránni næst: Í Parkini um júst ein mánaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald