Fótbóltur

Hallur skoraði sítt fyrsta mál fyri Vejle

Talan var um eitt hart og flott skot úr áleið tjúgu metrum í Randers. Landsliðsliðformaðurin javnaði til 1-1, men botnliðið tapti 4-1. Hallur Hansson hevur fyribils ein dyst eftir sum Vejle-leikari í Superliguni.

Hallur Hansson í dysti fyri Føroyar í Parkini - spurningurin er, um hann hann heldur fram í donskm fótbólti í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson í dysti fyri Føroyar í Parkini - spurningurin er, um hann hann heldur fram í donskm fótbólti í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-21 23:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Randers FC hevur eitt gott kappingarár og er í løtuni nummar trý í Superliguni við 28 stigum fyri 16 dystir - eitt stig frammanfyri meistararnar Brøndby. Hjá Vejle Boldklub sær munandi verri út, og eftir dystin í Randers í dag eru júst tjúgu stig ímillum liðini.

Liðið við føroysku landsliðsleikarunum Viljormi Davidsen og Halli Hanssyni í hópinum hevði undan dystinum í dag vunnið tveir útav trimum teimum seinastu dystunum, men sigrarnir á FC Nordsjælland og SøndejyskE, teir einastu í ár, komu á heimavølli, og Vejle hevur framvegis ikki fingið eitt stig á útivølli í bestu donsku deildini í ár.

Hallur Hansson hevur gjørt mun, síðani miðvallarin gjørdi sáttmála við felagið miðskeiðis í oktober. Hann skoraði eisini eitt flott mál til 1-1 í dag, ið sæst niðanfyri: 29-ára gamli føroyingurin smekkaði til, og málverjin hjá Randers hevði ongan møguleika, tí Hallur rakti bóltin so hart og væl, og hann var staddur beint uttanfyri brotsteigin og mitt fyri.



Málið hjá Halli Hanssyni sæst frá umleið 1.20 (Sjónband: Superligain)

1-1 í steðginum, men Randers kom væl út til seinna hálvleiki, tað gjørdi Vejle ikki, og eftir 50 minuttir var 3-1. Tað endaði 4-1 - Hallur varð skiftur út í 89. minutti. Viljormur Davidsen var ikki í hópinum í dag.

Hann spælir møguliga sín seinasta dyst fyri Vejle  í Superliguni, tá FC Midtjylland vitjar næsta mánakvøld. Sáttmálin millum Hall og Vejle var galdandi árið út, og dysturin í 17. umfari er tann seinasti í landskappingini áðrenn vetrarsteðgin - fjórðingsfinalurnar í steypakappingini móti Kolding eru á skránni tíðliga í desember. Liðformaðurin á føroyska landsliðnum hevur higartil spælt seks dystir og skora eitt mál fyri Vejle. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder