
Í kvøld spælir føroyska U21-landsliðið hálvfinalu móti Portugal í HM-kappingina í hondbólti, og aftur í kvøld verður hondbólturin at síggja á stórskíggja.
Í Havn verður dysturin, sum verður klokkan 20 í kvøld, aftur vístur við trappuna í Vágsbotni.
Í sambandi við, at dysturin verður vístur í Vágsbotni boðar Tórshavnar kommuna frá, at fleiri vegir í miðbýnum eru stongdir í kvøld frá klokkan 19.30 til 22.
Talan er um Tórsgøtu frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn; Mylnugøtu; Vágsbotn frá Skálatrøð/Bøgøtu; Bryggjubakka frá Bringsnagøtu, og Undir Bryggjubakka.
Eisini verður boðað frá hondbóltstiltøkum aðrastaðni.
Higartil er boðað frá, at hálvfinalan eisini verður víst á stórskíggja í Miðhøllini í Vestmanna, í Kolshøll á Eiði, í Skúlanum við Streymin, og á Skúlatrøð í Klaksvík.
Tey, sum ynskja at stroyma dystin heima, kunnu síggja hann her. Eisini ber til at fylgja við í beinleiðis bloggi á Portalinum.
Dagførd kl. 13.50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald