Annað

Hálvleikur í umdysti - Luitjen á odda

Teir eru komnir hálvan veg í FM-umdystinum í kviktalvi á Giljanesi. Allir tríggir hava nú telvað eina ferð hvør móti øðrum. Nú taka teir eitt tørn aftrat við øvugtum litum.

Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol í víggi. Luitjen hevur aftur vunnið á Høgna, og tikið leiðsluna í umdystinum. Men tað er mangur leikur í longum talvi (Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2024-03-30 17:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir eru komnir hálvan veg í FM-umdystinum í kviktalvi á Giljanesi. Allir tríggir hava nú telvað eina ferð hvør móti øðrum. Nú taka teir eitt tørn aftrat við øvugtum litum.

Higartil hava úrslitini verið:
Rógvi Egilstoft - Luitjen Akselsson Apol ½ - ½
Høgni Egilstoft Nielsen - Rógvi Egilstoft ½ - ½
Luitjen Akselsson Apol - Høgni Egilstoft 1 - 0

Støðan:
Luitjen 1½
Rógvi 1
Høgni ½

Nú verður hildið fram í hesari røð:
Luitjen - Rógvi
Rógvi - Høgni
Høgni - Luitjen

Stendur á jøvnum eftir hetta millum tveir ella tríggjar, verður hildið fram við snartelving.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder