Hondbóltur

Hálvleikur: Spenningur á Hálsi

H71 gjørdi ein vørr og legði seg frammanfyri við trimum máli.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-20 20:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir eina rættiliga trilvandi byrjan, komu H71-kvinnurnar rættiliga fyri seg móti endanum av fyrra hálvleiki móti HC Galychanka úr Lviv úr Ukreina.

Tær eru sostat á odda 13-10, nú hálvleikur er í ítróttahøllini á Hálsi.

Tað gekk annars ræðuliga leingi áðrenn hoyvíkskvinnurnar komu í gongd við skoringini.

Ukreinar byrjaðu nógv betri og løgdu seg á odda 3-0. Men so fekk verjan hjá H71 tamarhald stýr á tær nakra størri ukreinsku kvinnurnar, men bólturin vildi ikki inn í hinum endanum.

Tað gingu yvir 9 minuttir áðrenn H71 fekk fyrsta málið.

Galychanka hevði yvirtakið á dystinum, men so spakuliga fingu hoyvíkskvinnurnar otað seg inn í dystin. Fyrra helmingin av hálvleikinum hevði ukreinska verjan rættiliga gott tak á føroyska álopinum, og tað tyktist sum um tær høvdu fyrireikað seg væl, serliga at taka ímóti Janu Mittún og Mariu Halldóttir Weihe.

Tað vóru vengurnar, sum fingu málmøguleikarnar, men eftir at Brynhyld Pálsdóttir og Rannvá Olsen høvdu brent nakrar møguleikar, byrjaðu royndirnar at eydnast.

H71 fekk minkað um støðuna, og tá 23. minuttir vóru eftir, javnaði H71 - tað var við støðuna 9-9.

Og tá broyttist liðið eisini. Marita Mortensen var komin inn, og buldraði sína fyrstu roynd í netið, og harvið fekk hoyvíksliðið eina týðandi hóttan frá bakspælara, og hetta tyktist at ørkymla ukreinar.

Og so kom Jana Mittún ígongd. Hon gjørdi ein vørr, og skjeyt framúr góð mál á rað, og so var 12-9.

Málverjarnir hjá H71, bæði Rúna Jógvansdóttir Larsen og Alda av Skarði, stóðu seg eisini sera væl. Í teimum síðstu sekundunum bjargaði Rúna einum ukreinskum brotskastið, so at støðan framhaldandi kundi vera trý-máls leiðsla í hálvleikinum.

Hesar hava skorað føroysku málini.

Jana Mittún 5
Maria H. Weihe 3
Brynhild Pálsdóttir 2
Lív B. Zachariassen 1
Rannvá Olsen 1
Marita Mortensen 1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder