Fótbóltur

Hamskift HB-lið fór avstað við øllum við Løkin

4-1 sigur til menninar hjá André Olsen, sum spæla við stórum sjálvsáliti. Ein stórur smeitur fyri NSÍ í FM-stríðnum, og í dag spældu teir í gulum als ikki sum eitt oddalið.

Høvuðsvenjarin André Olsen og innskifti málskjúttin Bartal Páll Klein fegnast (Mynd: Sverri Egholm)

Høvuðsvenjarin André Olsen og innskifti málskjúttin Bartal Páll Klein fegnast (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-25 19:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri 22 døgum síðani vann NSÍ heili 7-1 á HB í Gundadali. Tað kann tó ganga skjótt í fótbólti. 

Í dag endaði tað 1-4 við Løkin. HB skifti stutt eftir eyðmýkjandi tapið fyri NSÍ alt venjaratoymi út, og føroyka toymi við André Olsen á odda hevur síðani vunnið í Sarpugerði og fingið stig móti KÍ - sum tað fyrsta í ár.

Úrslitið í Runavík í kvøld var tó greitt tað størsta higartil hjá HB í ár. NSÍ hevur alt árið verið væl spælandi, og einasti smeiturin áðrenn dagsins dyst var 2-1 tapið fyri KÍ á heimavølli. Tá burdi og kundi NSÍ fingið stig. Í dag var tó eingin ivi.

Hóast kjak longu er um brotsparkið, sum HB kom á odda við, so vóru teir í reyðum og svørtum bara betri og klókari á degnum. Jann Benjaminsen og NSÍ-verjan avgreiddu ikki støðuna nóg væl, og so kundi vælupplagdi Heini Fossdalsá Sørensen, sum sjálvur vann brotssparkið, skora trygt.

Tað var eisini Heini, sum eftir gott og skjótt álop kundi smekka bóltin í netið til 2-0 miðskeiðis í 2. hálvleiki. Bólturin rakti eitt NSÍ-bein á vegnum. NSÍ spælir uttan skøddu norsku miðverjarnar Lars Markmarud og Kevin Jablinski, og tað merkist nakað.

[object Object]
20-ára gamli Heini Fossdalsá Sørensen ger vart við seg í føroyskum vaksnamannafótbólti (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Sera fegnir HB'arar meðan teir hjá NSÍ mugu lúta (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: HB setti NSÍ uppá pláss í oysregni

Tríggjar minuttir seinni stongdi Sammy Skytte. Danin sær út sum ein øðrvísi spælari nú undir nýggja toyminum  - nógv hvassari og meira motiveraður - og hann hevur nú skorað í øllum trimum dystunum undir André Olsen og toymi. 

HB sær vælskipað og vælupplagt út. NSÍ skapti nakrar møguleikar í dag, men als ikki eins nógv sum vanligt. Málið hjá Aroni Knudsen til 1-3 var gott, men heimaliðið kom ikki nærri: Í yvirtíðini økti útiliðið eftir frálíkt mótálop. Sum ein góð mynd skoraði ungi havnarmaðurin Bartal Páll Klein sítt fyrsta mál fyri besta mansliðið: Hann skoraði hattrikk við Løkin sum B68-spælari í fjør, tá tað í seinasta umfari endaði 1-4.

Tað gjørdi tað eisini í dag. Harvið enn ein staðfesting av, at HB er í nógv betri skørum enn fyrst í mánaðinum. Nú eru fimm stig upp til NSÍ. Tað er hervið eieisini eitt stórt trýst á NSÍ, áðrenn liðið hjá Jens Wedeborg fríggjakvøldið skal norð til Klaksvíkar. Fýra stig skilja nummar eitt og tvey nú, og vinnur KÍ á Norðoyastevnu, so byrjar FM-spenningurin at fána.

Betrideildin 11. umfar
Í dag, sunnudagin 25. mai

NSÍ - HB 1-4 (0-1)
38' Heini Fossdalsá Sørensen, br 0-1
67' Heini Fossdalsá Sørensen (Mathias Voss) 0-2
70' Sammy Skytte (Jákup Thomsen) 0-3
74' Aron Knudsen (Brandur Hendriksson) 1-3
90 +1' Bartal Páll Klein (Heini Fossdalsá Sørensen) 1-4

Sí meira um dystin her

TB - KÍ 0-5 (0-2)
15' Árni Frederiksberg (Jonn Johannessen) 0-1
36' Dávid Biskopstø Andreasen (Jóannes Kalsø Danielsen) 0-2 
64' Dávid Biskopstø Andreasen (Jóannes Kalsø Danielsen) 0-3
78' Árni Frederiksberg 0-4
89' Árni Frederiksberg 0-5

Meira um dystin her

Víkingur - FC Suðuroy 3-1 (1-0)
31' Poul Kallsberg (Sølvi Vatnhamar) 1-0
48' Poul Kallsberg (Jákup Johansen) 2-0
63' Poul Kallsberg (Stefan Radosavljevic) 3-0
90' Teit Hjelm (Salmundur Bech) 3-1

Meira um dystin her

07 Vestur - B68 3-1 (3-0)
13' Sonni Ragnar Nattestad (Mikkel Elbæk Jacobsen) 1-0
16' Mikkel Hyllegaard (Silas Gaard) 2-0
36' Mikkel Hyllegaard (Filip Drinic) 3-0
69' Sebastian Lau Nielsen 3-1 

Meira um dystin her

Sí eisini: 07 Vestur er omanfyri niðurflytingarstrikuna

Í gjár, leygardagin 24. mai
B36 - EB/Streymur 0-0

Reytt kort: Hannes Agnarsson (30')

Sí eisini: Boubacar Dabo brendi tvey brotsspørk móti EB/Streymi

Stigatalvan: 
[object Object]
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder