
Eftir 90 minuttir: Einki mál og ikki nakað serligt nøgdsemi í teimum báðum legunum.
B36 kann taka tað við sær, at man, hóast eina útvísing eftir hálvan tíma og tvey framd brotsspørk, einki mál fekk ímóti sær men heldur eitt stig. Harvið heldur liðið hjá Jákup Martini Joensen eisini fast í fjórða plássinum einsamalt - í øllum førinum til Víkingur hevur spælt móti FC Suðuroy seinnapartin í morgin. Víkingur kann tá koma ájavnt í stigum við B36 og eisini fara frammum í málúrttøku.
Havnarfelagið hevur nú spælt tvær ferðir mógi B68 og tvær ferðir móti EB/Streymi í 2025. Samlaða úrttøkan í hesum fýra dystinum, harav tríggir hava verið á heimavølli, er tvey stig. Tað er ikki nóg gott.
B36 vísti tí út á 2. hálvleik í kvøld tenn í undirtali, og teir í hvítum og svørtum skapti eisini støður frammanfyri málinum hjá EB/Streymi. Teir kunnu tó í stóran mun takka Silasi Eyðsteinsson fyri stigið.
Silas Eyðsteinsson kastar seg eftir skoti til venjing - í kvøld lá heilt væl fyri hjá vágamanninum í B36-málinum (Mynd: Ingi Arge)
Málverjin bjargaði fyrra brotssparkinum hjá EB/Streymi. Hetta kom eftir, at B36-liðformaðurin, Hannes Agnarsson, hevði brúkt hondina til hjálpar til at verja fyri í egna brotssteigi.
Boubaar Dabo hevði missnýtt eitt brotsspark, tá Símun Sólheim feldi hann stutt fyri steðgin. Vandamikil 10'arin hjá EB/Streymi skuldi tó aftur skjóta, men hesaferð rakti hann hegnið aftanfyri málið: Bólturin fór væl uppum.
Man fær ikki nógv størri møguleikar enn brotsspark, men EB/Streymur hevði nakrar stórar í yvirtalinum eftir steðgin: Búi Egilsson, Dabo aftur og til seinast Virgar Jónsson. Men í øllum førunum var Silas Eyðsteinsson væl fyri. Málverjin hjá B36 fekk tó góða hjálp, tá Dabo annars var komin ígjøgnum.
EB/Streymur kundi verið komið undir liðuna á B36 í stigum men verður verandi á 6. plássi. 14 stig eftir 11 umfør merkja tó, at liðið er væl frá at vera í nøktum niðurflytingarstríðið í løtuni. Tað er tættari til Evropa- og medaljustríð á talvuni.
Betrideildini 11. umfar
Leygardagin 24. mai
B36 - EB/Streymur 0-0
Reytt kort: Hannes Agnarsson (30')
í Morgin, sunnudagin 25. mai
14.45: TB - KÍ
15.00: Víkingur - FC Suðuroy
15.00: 07 Vestur - B68
17.15: NSÍ - HB
Støðan:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald