Hanna Iansdóttir Biskupstø, Nicola Toftegaard og Ikast KFUM hava í kvøld leikt seinnu fjórðingsfinaluna í bestu donsku kvinnudeildini í flogbólti. Dysturin var ímóti Gentofte og var á heimavølli í Ikast.
Fyrri dysturin, sum varð leiktur í Gentofte 11. mars endaði við 3-0 sigri til Gentofte. Ikast skuldu tí vinna seinna dystin fyri at fáa eina triðju og avgerðandi fjórðingsfinalu, sum hevði verið leikt í Gentofte.
Hetta eydnaðist ikki Dysturin endaði við 0-3 til Gentofte við sett mununum: 21-25,16-25, 16-25 . Harvið eru Hanna og Nicola liðnar við meistarastríðið í bestu donsku deildini. Hetta merkir tó ikki, at kappingin er liðug fyri teirra viðkomandi. Næstu dystirnir verða um hvørja endaliga plasering tær og Ikast fáa í kappingini.
Umframt Hannu og Nicolu, so er enn eitt samband til føroyskan flogbólt á liðnum hjá Ikast KFUM. Ein av liðfeløgunum hjá Honnu og Nicolu er Sofia Salim Ponce, sum síðsta kappingarár leikti í Føroya Tele deildini við KÍF.
(Innsent av Flogbóltssambandi Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald