B36 hevur skorað fyrsta føroyska evropeiska málið á heimavølli í ár í opnum spæli. Tað kom eftir gott álop eftir tíggju minuttir. Símun Sólheim og Taufee Skandari settu ferð, Andrass Johansen gjørdist fríur í brotsteignum og fann væl Hannes Agnarsson, sum var tryggur við sínum høgra beinið.
Haverfordwest hevur hugsavnað seg mest um verjuspælið, meðan B36 hevur stríðst við at latið upp. Til tíðir hevur spælið verið fínt, men ferðin og góðskan hevur manglað nakað seinna partin av hálvleikinum.
Ein hevur kensluna av, at B36 helst skal fáa íhvussu er eitt mál afturat fyri at fáa heilt nøktandi útgangsstøði til útidystin í næstu viku. Liðið hjá Dan Brimsvík hevur stýripinnin og tykiskt at vera nakað betur fyri enn mótstøðuliðið á flestu økjum.
B36-fagnaður (Mynd: Sverri Egholm)
Conference League 2. umfar, fyrri dysturin
Gundadalur, 27. juli
B36 - Haverfordwest 1-0
11' Hannes Agnarsson (Andrass Johansen)
B36 (4-2-3-1): Mattias Lamhauge - Símun Sólheim, Isak Jönsson, Magnus Egilsson, Jann Julin Benjaminsen - Andrass Johansen, Eli Falkvard Nielsen - Taufee Skandari, Michal Przybylski, Bjarki Nielsen - Hannes Agnarsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald