Ein dystur í Okkara-deildini varð leiktur í dag. Hann var í Klaksvík, har KÍF var á vitjan. Klaksvíkingar hava bert vunnið einaferð í ár, meðan kollfirðingar stríðast fyri at koma í topp-fýra, ið gevur atgongd til hálvfinalurnar.
KÍF tók tíðliga eina leiðslu, áðrenn heimaliðið svaraði aftur og kom uppá javnt beint eftir miðjan 1. hálvleik. Fýra mál á rað vóru tó við at geva kollfirðingum eina tvey-máls leiðslu í steðginum.
Team Klaksvík hekk væl í fyrru hálvu at 2. hálvleiki, har profilurin á útiliðnum, Hans Eli Sigurbjørnsson, tó helt á at seta bóltin í netið hjá klaksvíkingum. Hann byrjaði við at skora seks útav teimum fyrstu sjey málunum í dystinum fyri kollfirðingar og Hans Eli skoraði sjey tey fyrstu hjá KÍF í 2. hálvleiki. Eftir hetta fekk heimaliðið tak á honum, men so traðkaðu aðrir til. Tà tíggju minuttir vóru eftir, kom KÍF uppá + 5, og so var munurin ov stórur fyri klaksvíkingar.
Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði helvtina av málinum hjá KÍF. Hjá heimaliðnum var Sámal á Tjaldrafløtti, sum so ofta fyrr, toppskjútti. Bakkurin skeyt 8 mál.
KÍF er nú bert eitt stig aftanfyri Kyndil, ið er á 4. plássi. Teir grønu hava tó leikt ein dyst færri. Næsta vikuskifti spæla hesi bæði liðini týðandi dystir: KÍF tekur ímóti VÍF, og Kyndil og Neistin hittast til eina endurtøku av steypafinaluni. Hetta er seinasti dystur hjá KÍF, og hann skal vinnast.
Hondbóltur
Hans Eli og KÍF vunnu í Klaksvík
Kollfirðingar hava framvegis møguleika at koma í hálvfinalurnar; Hans Eli Sigurbjørnsson var í dag í hopla fyri teir í reyðum.
Hans Eli og KÍF halda framvegis sambandið við Kyndil (Mynd: Sverri Egholm)
2019-03-03 20:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald