
EB/Streymur leikti í gjár í Hólmanum, har AB var á vitjan. Argamenn megnaðu at vinna 2-0 og varðveittu harvið sessin í deildini.
Les meira:
07 Vestur skal niður í 1. deild
Tað var greitt fyri einari tíð síðani, at venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham, ikki heldur fram komandi ár. 58-ára gamli havnarmaðurin hevur staðið á odda fyri felagnum seinastu tvey kappingarárini. Hetta er seinni tíðarskeði, ið hann hevur verið høvusvenjari í felagnum. Tað er ikki vist enn, um Heðin tekur eitt nýtt venjarastarv uppá seg í nærmastu framtíð.
Heðin Askham vann tvær steypakappingar og eitt FM-heiti í síni fyrstu setu sum venjari hjá EB/Streymi.
Hans Pauli Samuelsen hevur vunnið heili fimm meistaraheiti; harav tvey við EB/Streymi. Bóltsnillingurin var eisini við til at vinna fýra steypakappingar við barndómsfelagnum. Hann kom aftur til felagið úr Víkingi undan kappingarbyrjan.
34-ára gamli álopskendi leikarin úr Haldórsvík hevur spælt 22 dystir fyri EB/Streym í ár og hevur skotið eitt mál. Tilsamans hevur Hans Pauli spælt áleið 500 dystir á hægsta støði, harav 415 fyri EB/Streym.
Hann varð skiftur út miðskeiðis í 2. hálvleiki í gjár og klappaður út av áskoðarunum í Hólmanum. Stadionspeakarin á Eiði skýrdi hann sum "eina rætta EB/Streyma-legendu", og tað er greitt, at leikarin, sum hevur givið EB/Streymi og føroyskum fótbólti so nógv ígjøgnum árini, hevur spælt sín seinasta dyst í fremstu deildini; í øllum førum fyribils.
Marni Djurhuus varð eisini skiftur út stutt undan dystarlok. 33-ára gamli miðvallarin hevur ikki tikið støðu um komandi ár enn. Hann var, saman við Hans Paula, á liðnum í gylta tíðarskeiðnum hjá EB/Streymi. Marni gavst eftir kappingarárið í 2014, men kom tó aftur og spældi nakrar dystir í 2015. Hann var við til at fáa EB/Streym uppaftur í bestu deildina í 2016 og gavst so aftur. Í ár hevur Marni Djurhuus spælt 24 dystir fyri EB/Streym.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald