
Fyrrverandi og longstsitandi formaður felagsins, Hans Vilhelm Lútzen, rundaði í gjár 22 august, stóran markastein, tá hann gjørdist seksti ár.
Føddir í 1965 og hetta beint inn í ein heim fyltan av rossum og kríatúrum. Foreldrini vóru Kára og Lútje Lútzen og vóru nógv av barnaárinum brúkt í Norðadali, har familjan hevði garð. Tey fluttu tó tíðliga til Havnar og setti búgv úti á Velbastaðvegnum, har húsast hann enn, men nú í nýggjum stásiligum húsum ið hann bygdi beint við síðurnar av barnaheimimum. Fjós og ross høvdu tey tá uppi á Lútzenstrøð í eysturbýnum.
Hans Vilhelm arbeiddi við ymiskt fyrifallandi á ungum árum, m.a. var hann til skips við Fame. Hann fór tó tíðliga í læru til snikkara, hetta var hjá Bjarka uppi undir Varða. Stutt eftir at hann var liðugur byrjaði hann at arbeiða sjálvstøðugt og tað gerð hann enn tann dag í dag. Fyritøkan HVL hevur tikist við nógv ymiskt og til tíðir hava nógv fólk verið í vinnu hjá honum. Nú er hann tó farin at "trappa niður" sum hann sjálvur tekur til. Seinasti árini hava hann og bróðurin Andrias arbeitt við at gera økið hjá okkara felag klárt til nýggj fjós.
Hans Vilhelm hevur verið ein sjáldsama góður maður fyri felagið. Tað at hann hevur sitið sum formaður í nærum tjúgu ár, talar fyri seg og hetta var ein tíð har nógv hendi í felagnum, m.a. var ríðihøll bygd og økið var gjørt byggibúgvið til fólk at byggja fjós. Sjálvt aftaná at hann gavst sum formaður, hevur hann verið sera virkin, hann hevur t.d. framvegis ábyrgd av at skaffa stuðlar til Djóradagar.
Sjálvur hevur hann eisini verið virkin í ítrótti. Umframt at ríða kapp hevur hann eisini róð kapp, har hann gjørdist føroyameistari við bæði Ørvi og Havnarbátinum. Áhugan í kappróðri hevur hann enn, tað sigst at hann rópti so nógv, nú tá Havnarbatúrin vann FM á ólavsøku, at tað tók honum eina góða viku at fáa røddina, so nøkulunda uppá pláss aftur.
Hans Vilhelm er giftur við Hildigunn Láberg og saman eiga tey sonin Ova.
Til lukku við degnum Hans Vilhelm og takk fyri mongu tøkini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald