Hondbóltur

Mikkel og Landin framúr í donskum sigri

Danmark var leingi sannførandi ímóti Norra í Herning og fær fýra stig víðari. Jóhan á Plógv Hansen spældi ein sera lítlan leiklut, men heimsstjørnurnar vístu klassa.

Norra kundi ikki steðga Mikkel Hansen í kvøld. Vinstri bakkurin skeyt 14 mál í fýra-máls sigrinum og e rnú toppskjútti í HM
(Mynd: EPA)

Norra kundi ikki steðga Mikkel Hansen í kvøld. Vinstri bakkurin skeyt 14 mál í fýra-máls sigrinum og e rnú toppskjútti í HM (Mynd: EPA)

2019-01-17 21:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagt var upp til eitt brak av einari bólkafinalu í Herning í kvøld, tá ið Danmark og Norra hittust. Liðini hava verið sannførandi higartil, men møttu nú bæði veruliga sterkari mótstøðu fyri fyrstu ferð. Í kvøld var so at siga eingin ivi um, hvat av norðulendsku liðunum var betri: Danmark vann við fýra málum, men hevði so at siga avgjørt dystin stutt inn í 2. hálvleik. 

[object Object]Niklas Landin (Mynd: EPA)

Danir vóru betri frá byrjan. Serliga var tað orsakað av Niklas Landin, ið vísti eitt óhugnaligt støði. 31-ára gamli málverjin og liðformaðurin hjá Danmark pilkaði skot eftir skot frá norsku skjúttunum, og hann helt eitt høgt støði allan dystin. Mikkel Hansen var ein annar leikari, ið torført er at koma uttanum. Hann helt næstan allan dystin snittið við at skora annaðhvørt mál hjá Danmark og vísti veruliga sítt høga støði. Maðurin við 24-talinum á rygginum var framúrskarandi og skeyt heili 14 mál.

Danska liðið fekk tikið broddin av kontramaskinuni hjá Norra, og leingi slapp Sander Sagosen ikki til sín rætt. Millum annað var hetta av tí, at Mads Mensah tíðliga kom inn at spæla á høgra bakki, og at danska miðverjan stóð væl. Í álopinum gjørdu danir ógvuliga fá mistøk og saman við Mikkel Hansen spældi Lauge eisini sera væl. Eitt minus fyri Danmark var, at René Toft tíðliga fór út við skaða í lyskuni.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

Best sum tað sá út til at fara at gerast ein stórsigur í Jyske Bank Boxen, kom Norra í gongd. Norðmenn hava skorað flest mál í HM, og álopsspælið fór at flóta. Sagosen kom í gongd og skoraði øll síni fýra mál seinasta korterið. Samstundis tók Danmark fótin nakað av speedaranum. Sigurin varð tó tryggur, og danir hava nú fýra stig við til millumumfarið, har liðið er stórfavorittur til at koma víðari til hálvfinaluna.

Í 1. hálvleiki var Jóhan á Plógv Hansen á vøllinum nakrar minuttir. Hann kom inn, tá ið Lasse Svan fekk eina útvísing. Føroyingurin á vonginum brendi ein rímiliga upplagdan møguleika frá vonginum, men hevði eina góða støðu í verjupartinum.

Frakland tryggjaði sær 1. plássið í bólki A við teprum sigri á Russlandi. Heimsmeistararnir vóru annars aftanfyri við fýra málum tvær ferðir í 2. hálvleiki, men fingu hálað sigurin heim. Kroatia vann bólk B og fær fýra stig við sær víðari. Hetta er greitt eftir sigurin í tætta dystinum ímóti Spania. Í bólki D tryggjaði Svøríki sær fult stigatal og fýra stig við til millumumfarið við sigri á Ungarn.  

Í morgin er frídagur í Danmark og Týsklandi. Millumumfarið fer í gongd leygardagin, har liðini frá bólki A spæla ímóti teimum úr bólki B; C og D eru bólkaði saman í Danmark. Niðanfyri síggjast úrslitini í dag og endaligu støðurnar í bólkunum. Liðini í feitum eru víðari

Bólkur A: 
Frakland 9
Týskland 8
Brasila 6
Russland 4
Serbia 3
Korea 0

Brasilia - Korea 35-26 (18-10)
Týskland - Serbia 30-23 (16-12)
Frakland - Russland 23-22 (12-12)

Bólkur B: 
Kroatia 10

Spania 8
Ísland 6
Makedónia 4
Bahrain 2
Japan 0

Bahrain - Japan 23-22 (10-9)
Makedónia - Ísland 22-24 (13-11)

Spania - Kroatia  19-23 (10-13)

Bólkur C:
Danmark 10
Norra 8
Tunesia 6
Kili 4
Eysturríki 2

Saudi Arabia 0

Kili - Saudi Arabia 32-27 (21-13)
Eysturríki - Tunesia 27-32 (14-18)
Danmark - Norra 30-26 (17-14)

Bólkur D: 
Svøríki 10
Ungarn 6
Egyptaland 5
Qatar 4
Argentina 3
Angola 2

Egyptaland - Angola 33-28 (19-12)
Qatar - Argentina 26-25 (16-13)

Svøríki - Ungarn 33-30 (16-15)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder