Enski landsliðsleikarin, Harry Kane, fer ongan veg. Í dag skrivar hann á egnu Twitter-kontu síni, at hann verður verandi í Tottenham Hotspurs.
Tað hava gingið nógvar søgur um, at gávuríki framherjin hjá Tottenham skuldi skifta til annað felag í summar, og Manchester City var nevnt sum áhugað í áleyparanum.
Kane var ikki til staðar, tá hópurin hjá Tottenham møtti upp til fyrstu venjing eftir summarstøðgin, og hann var heldur ikki við í hópinum, tá Tottenham í fyrsta umfari vann 1-0 móti júst Manchester City.
Hann var við í øðrum umfari móti Wolverhampton. Byrjaði á beinkinum, men kom á vøllin í øðrum hálvleiki.
It was incredible to see the reception from the Spurs fans on Sunday and to read some of the messages of support I've had in the last few weeks.
— Harry Kane (@HKane) August 25, 2021
I will be staying at Tottenham this summer and will be 100% focused on helping the team achieve success. #COYS pic.twitter.com/uTN78tHlk1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald