Fótbóltur

Háspenningur í oddinum

Føroyameistararnir úr Klaksvík spæla einsamalla dystin í Betri deildini hjá monnum í dag, tá teir vitja 07 Vestur vesturi í Vágum.

KÍ kann leggja seg tættari uppat HB, um føroystaraliðið vinnur á 07 Vestur í dag. (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ kann leggja seg tættari uppat HB, um føroystaraliðið vinnur á 07 Vestur í dag. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-04 14:50 Author image
Áron Vest
placeholder

Nú klokkan 15:00 bresta KÍ og 07 Vestur saman á Dungasandi, í Sørvági. Tað verður Eiler Rasmussen ið floytar dystin í gongd.

KÍ liggur í løtuni á triðja plássi við 36 stigum uppá 16 dystir. Frammanfyri KÍ liggur arvafíggindin HB, ið hevur 39 stig uppá 16 dystir. Beint í hølunum á KÍ er NSÍ á fjórða plássi við 31 stigum, men við einum dysti meir. 

Støðan í oddinum
Skuldi KÍ vunnið við meir enn fýra málum móti 07 Vestur í dag, so fer meistaraliðið framum HB.

Spurningurin er so, hvussu leingi tað fer at vera so, tí HB skal spæla ímóti Skála í morgin, mánadagin 5. august klokkan 18:30 á ovara vølli í Gundadali. Skála er á sjeynda plássi við 14 stigum og einari málúrtøku á -15 mál.

Tað verður sonn grannauppgerð millum eysturbúgvar úr Leirvík/Gøtu og fuglfirðingar. ÍF hevur skund og má heinta stig inná kontuna, skal liðið hava møguleikan at yvirliva í Betri deildini. Skal Víkingur tryggja sína støðu sum oddalið enn meiri, so mugu eisini trý stig og ein sigur til.

07 Vestur - KÍ er einasti dystur í seytjanda umfari, ið verður leiktur í dag. B68 og NSÍ spældu á Tórsvølli á ólavsøku og har vann NSÍ 4-1 á toftaliðnum.

Kelda (tøl): COMET og Faroesoccer

17. umfar í Betri deildini hjá monnum
29.07: B68 - NSÍ 1-4
04.07 kl. 15:00: 07 Vestur - KÍ 
05.07 kl. 18:30: HB - Skála
05.07 kl. 18:30: EB/Streymur - B36
05.07 kl. 18:30: ÍF - Víkingur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder