Hann vann á Víkingi stutt eftir, at hann tók við sum fyribils avloysari fyri Haakon Lunov. Síðani hevur Espen Haug tapt fyri júst Víkingi (2-0) og 3-0 fyri HB.
Í løtuni eru trýfaldu føroyameistararnir níggju stig aftanfyri oddaliði úr Eysturkommuni. Í næstu viku fer KÍ undir uppgávuna í Champions League, har tað millum annað snýr seg um at halda mongu styrkisstigini. Tað er nú endaliga greitt, at hetta verður við 48-ára gamla Espen Haug sum høvuðsvenjara.
Hetta hevur verið ætlanin í eina tíð, og nú er alt komið uppá pláss. KÍ hevur í kvøld almannkunngjørt, at maðurin, ið kom til Klaksvíkar sum hjálparvenjari, verður skipari á brúnni fyri fótbóltsflaggskipið í Norðoyggjum restina av 2024 og alt 2025 eisini.
Espen Haug hevur sum skilst ikki endaliga A-venjaraprógvið uppá pláss, men loyvir eru givin. Eisini hevur KÍ nú tveir A-venjarar í toyminum rundanum. Í KÍ metir man, at venjarin við royndum úr Raufoss og seinni Gjøvik-Lyn í fjórðbestu, triðbestu og næstbestu norsku deildini, er tann rætti til stóru uppgávuna.
- Okkara royndir við Espen síðan hann tók yvir sum virkandi høvuðsvenjari hava verið góðar. Hóast óvanliga nógvar skaddar lyklaleikarar, hevur hann loyst avbjóðingarnar fyrimyndarliga í góðum samstarvi við leiðslu, starvsfelagaðar og leikarar. Tað er týðiligt, at 48 ára gamli Espen er og hevur verið virkin í fótbólti bæði sum venjari og leikar. Hóast hann er dámligur, er hann eisini málrættaður. Vit meta, at hann nú er tann rætti at standa á odda við tí stóru ítróttarligu uppgávuni at vera høvuðsvenjari hjá KÍ.
![]()
Tummas Lervig, formaður, og Espen Haug, høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ. Hetta til og við kappingarárið 2025 sambært nýggja sáttmálanum millum partarnar (Mynd: ki.fo)
Hetta sigur KÍ-formaðurin, Tummas Lervig, við ki.fo í kvøld. Høvuðspersónurin sjálvur nýtir millum annað høvi at takka familjuni fyri at sleppa at verða verandi.
- Eg eri sera fegin og stoltur at fáa møguleikan at standa á odda og verða høvuðsvenjari hjá KÍ. Hátturin felagið og Klaksvíkin hevur tikið í móti mær hevur verið einastandandi. Saman við venjaratoyminum og leikarunum fara vit at arbeiða hart fyri at gera framstig. Og eg skal eisini takka míni familju í Noreg fyri, at tey geva mær møguleika fyri at halda fram sum fótbóltsvenjari í Føroyum.
Umframt at seta høvuðsvenjara hevur KÍ lagt Kristoffer Kvistgaard afturat venjaratoyminum hjá besta mansliðnum. Hann stjórnaði kvinnuliðnum í fjør og hevur higartil eisini verið venjari hjá KÍ kvinnunum í ár. Nú er Kvistgaard fluttur, og skal eisini hava ábyrgdina av 1.deild monnum og talentleikarunum, sum eru ávegis til truppin hjá BetriMonnum, skrivar ki.fo.
Les eisini: KÍ-kvinnur skifta venjaran út
Dagført: 22.53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald