KÍ boðar í kvøld frá broytingum í venjaratoymunum hjá teirra bestu liðum.
Kristoffer Kvistgard, sum hevur verið venjari hjá KÍ-kvinnum legst afturat venjaratoyminum hjá monnunum og fer eisini at hava ábyrgd av 1. deild við monnum.
Les eisini: Espen Haug skal hava høvuðsábyrgd í Klaksvík næstu 18 mánaðirnar
Nýggjur høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum verður Jonas Nizze Nielsen. Hann hevur Rúnu Bjartalíð og Svanberg Óskarsson afturat sær.
Jonas Nizze Nielsen er longu frammanundan akademileiðari í KÍ.
Kvinnurnar hjá KÍ hava at kalla verið einaráðandi seinastu árini, men í ár harðari kapping í oddinum, og klaksvíkskvinnur mistu leygardagin samband við oddaliðið Víking, sum nú er fýra stig á odda.
Eisini er KÍ úti av steypakappingini hjá kvinnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald