Fótbóltur

Hava bønaløtu áðrenn dystir

- Tíðin í Wisla Plock hevur gjørt hesa bønaløtu til eina góða siðvenju fyri meg, og eg eri glaður fyri hana, sigur Andrias Edmundsson.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-02 14:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Nú er hendan stilla løtan vorðin siðvenja fyri meg og eg eri glaður fyri hana. Hon hjálpir mær og hinum at hugsavna okkum um dystin, samstundis sum hon gevur íblástur til álitið á Gud og nærveru hansara – eisini á vøllinum.

Á fótbóltsvøllinum er hann lættur at fáa eyga á. Hann er 193 sentimetrar høgur, ljóshærdur og so spælir hann í miðverjuni, bæði hjá sínum felag og á føroyska landsliðnum; har tað mangan leikar hart á, og har upptøkutólini vísa hendingar fleiri ferðir.
 
Talan er um 25 ára gamla toftamannin Andrias Edmundsson, sum hevur fingið sín barndómsdreym uppfyltan – at gerast fulltíðar fótbóltsleikari uttanlands.

Fyrst spældi hann í nøkur ár fyri barndómsfelagið B68 á Toftum. Sum 16 ára gamal fór hann til Sunderland í Onglandi at spæla fótbólt og síðani til Águilas í Spania.

- Tá eg spæli við føroyska landsliðinum, biði eg Faðir vár meðan tjóðsangurin hjá mótstøðuliðinum verður spældur. Bønin styrkir meg, eisini tí tað er bønin, eg havi biðið, síðani eg var smádrongur, sigur Andrias Edmundsson.

Les alla greinina á Trúboðanum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder