Fótbóltur

Hava flutt okkum rætta vegin

- Vit byrja nú veruliga at síggja nógv av teimum tingunum, sum vit hava arbeitt hart fyri at betra seinastu árini, sigur Ásla Johannesen hóast 6-0 tapið móti Skotlandi í kvøld.

Ásla Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

Ásla Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-06 21:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit hava flutt okkum rætta vegin, og vit byrja nú veruliga at síggja nógv av teimum tingunum, sum vit hava arbeitt hart fyri at betra seinastu árini.

Tað sigur liðskiparin á føroyska liðnum, Ásla Johannesen, eftir 0-6 tapið móti Skotlandi í kvøld.

Hetta var seinasti dysturin í hesair HM-undankappingini. Hóast tað gjørdist ein harður dystur og ein greiður skotskur sigur, so endaði kvinnulandsliðið við einum avriki, sum vit øll kunnu vera errin av.

- Vit kenna okkum betri skipaðar á vøllinum, og vit megna fyri stóran part at standa betri ímóti, men okkara mótstøðulið eru enn betri fyri enn vit. Tí ræður um at halda fram við hesum arbeiðnum hjá okkum, og vit fara avgjørt víðari nú við góðum treysti, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object]((Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta málið kom eftir 10 minuttir, men eftir hetta setti føroyska verjan – og ikki minst Óluva Allansdóttir Joensesn í málinum – propp fyri í meira enn ein hálvan tíma. Tað sá eisini leingi út til, at eittmálsleiðslan fór at halda sær heilt til hálvleiks, men síðstu minuttirnar fyri steðgin, gjørdu gestirnir bart og skoraðu heili trý skjót mál, soleiðis at liðini fóru til hálvleiks við støðuni 0-4.

Snøgt sagt sama leikgongd helt fram í seinna hálvleiki, har føroysku kvinnurnar bardust sum úlvur á skóg móti áhaldandi skotsku álopunum. Tvær ferðir afturat fór bólturin um málstrikuna, men eftir dystin er greitt, at okkara landsliðsleikarar kunnu vera ernar av sínum innsatsi í kvøld.

Næsta uppgávan hjá A-landsliðnum við kvinnum verður Baltic Cup í Estlandi í oktober.

Sí eisini: Myndir: Føroyar - Skotland (0-6)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder