Kekkia legði sum væntað út sum eitt óløgi, og føroyska liðið skuldi finna fótafesti. Heimaliðið hevur spælt skjótt og skapt fleiri góðar støður, meðan Føroyar hava verið kroystar aftur.
Mattias Lamhauge hevur stórbjargað einaferð, bólturin hevur rakt stongina, og fleiri ferð hava føroyingarnir staðið fyri/verið eitt sindur hepnir í egnum brotssteignum.
Nógvar spentar støður, har Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Jákup Biskopstø Andreasen og hinir hava stríðst fyri at standa ímóti (Mynd: Sverri Egholm)
Okkara hava arbeitt hart men so at siga ikki havt samnahangandi spæl ella skapt nakað uttan hálvar støður.
Málleyst - í 2. hálvleiki snýr tað seg um at yvirliva men eisini at megna at "stoyta aftur".
EM-undankappingarbólkur E
Í dag, sunnudagin 15. oktober
Kekkia - Føroyar (0-0)
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Mattias Lamhauge - René Shaki Joensen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L) - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Ári Mohr Jónsson - Pætur Petersen
Sølvi Vatnhamar stríðist hart, men er ein av teimum sum sær nakað sperdur út (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald