Føroyar og Luksemborg hava einaferð áður verið í bólki saman í einari undankappgin. Tað var í undankappingini til HM í 2002, og Føroyar vunnu báðar dystirnar
- Á útivølli vunnu Føroyar 2-0 við málum frá Christian Høgna Jacobsen og Kurt Mørkøre, og á Svangaskarði gjørdist úrslitið 1-0. Í nógva regninum hendan dagin skoraði Jens Kristian Hansen einsamalla málið við brotssparki stutt fyri leiklok.
Soleiðis lítur heimasíðan hjá Fótbóltssambandið Føroya aftur á dystirnar móti Luksemborg fyrst í ølduni. Londini hittust aftur í 2010, tá venjingardystur varð spældur í Luksemborg. Har endaði við málleysum javnleiki. Tríggir av leikarunum í føroyska hópinum tann juni-dagin spæla eisini í dag: Gunnar Nielsen, ið vardi málið og helt tað reint, Jóan Símun Edmundsson, ið kom inn seint í dystinum, og Viljormur Davidsen, sum sat á bonkinum allan dystin.
Dysturin í kvøld er tann fjórði altjóða skrásetti A-landsdysturin millum Føroyar og Luksemborg. Í løtuni eru Luksemborg 30 pláss frammanfyri Føroyar á FIFA-styrkislistanum (94-124) Landið hevur ment seg innan fótbóltin seinastu árini . serlia tí at leikarar í øðrum londum eru vorðnir ríkisborgarar úr Luksemborg. Teir spæla á lutfalsliga stórum adressum, og leygarkvøldið vann Luksemborg 2-0 í Litava.
Á pappírinum er útiliðið eisini favorittur í kvøld - veddingarfyritøkur geva peningin áleið tvær aftur, um Luksemborg vinnur, og um Føroyar vinna er talan um fýra ferðir.
Fysta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 19.45, og Portalurin verður til staðar.
Les eisini: Ikki ovurstórur áhugi fyri landsdystinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald