KÍ legði væl út á Tórsvølli, har franska stórfelagið Lille vitjar. Útiliðið hevur nógvar spælarar, sum vanliga ikki byrja inni, á vøllinum og skuldi eisini venja seg við undirlagið.
Lille hevur annars skapt nakrar vandastøður, tá útiliðið hevur fingið sett ferð á, me nakrar ferðir hava teir í KÍ-verjuni verið væl fyri mitt fyri málið.
Heimaliðið hevur havt einasta hornasparki higartil og fekk hótt eitt sindur fyrra helmingin av hálvleikinum.
Lille fer helst at skifta út skjótt og seta meira á fyri at avgera dystin - KÍ skal halda við nógv av teimum somu tingunum.
Myndir: Sverri Egholm
UEFA Europa Conference League bólkur A, 2. umfar
Tórsvøllur, hósdagin 05.10
17.45: KÍ - LOSC Lille (0-0)
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg - Páll Andrasson Klettskarð
17.45: Olimpia Lublijana - Slovan Bratislava (0-0)
Støðan undan umfari:
LOSC Lille 3 stig
Slovan Bratislava 3 stig
KÍ 0 stig
Olimpia Lublijana 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald