
Í hesum døgum er størsta svimjifelag í landinum, Havnar Svimjifelag, á venjingarlegu í Turkalandi. Fríggjadagin fóru 21 svimjarar umframt fýra leiðarar og venjarar, úr Føroyum til Antalya í Turkalandi umvegis Paris. Liðið verður aftur í Føroyum sunnudagin 19. oktober.
Gloria Sport Arena er ein tann kendasti venjingardepilin í okkara parti av heiminum. Her er alt, ið ein kann droyma um. Umframt svimjing eru umstøður til so at siga alla ítrótt. Hotellið og venjingardepilin er í einum, so stutt er til allar møguleikarnar.
Svimjiumstøðurnar eru framúr, uttandura langhylur við 10 geilum, uttandura 25 metra hylur við seks geilum. Olympiskur kavingarhylur og innandura langhylur við fimm geilum. Harumframt eru framúr umstøður til landvenjing og styrkivenjing. Svimjararnir fáa eisini møguleika at royna cryoterapi, ið er frystiviðgerð. Vant verður í langhylinum tvær ferðir hvønn dag, og venjingarnøgdin liggur um 10 kilometrar dagliga. Harumframt verða eisini gjørdar landvenjingar og styrkivenjingar.
Svimjararnir á ferðini eru: Bartal E. Eidesgaard, Isak Brisenfeldt, Oddvá Sedea D. Nattestad, Ólavur W. Jákupsson, Óli Mikkelsen, Silas Dam Lindberg, Halla Háfoss, Lilja Lenvig Harrysdóttir, Sigbjartur J. Egholm, Mariella Henriksen, Andrias Mellemgaard, Jónatan Samuelsen, India Linnea Bech, Lilja Sørensen, Jóhannis í Stórustovu, Theodor Salter, Teitur Miné Róason, Símun Eliassen, Nóa Róason Stakksund, Noomi Hella Jacobsen og Bragi Bjarnason. Leiðarar og venjarar: Anna Eidesgaard, Bjørg Ólavsdóttir, Fríð Dam Lindberg og Jon Hestoy.
HS Frá vøggu til grøv
Havnar Svimjifelag var stovnað 8. september 1938 og er, við góðum 300 limum, størsta svimjifelag í landinum. Havnar Svimjifelag hevur svimjiskúla, kappingarlið og rørslulið.
Svimjing skal vera ein ítrótt frá vøggu til grøv. Við nýggja langhylinum hevur Havnar Svimjifelag fingið einastandandi møguleikar. Ætlanin er at skapa ein svimjidepil í Gundadali. Formaður í Havnar Svimjifelag er Ian Salter.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald