Kappróður

Havnarbáturin fyri fyrstu ferð síðan 2008

Havnarbáturin er aftur við í 10-mannafarsróðrinum og tað eydnaðist at vinna róðurin beint frammanfyri Klaksvíking.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-05-31 22:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Havnarbáturin vann í dag fyrsta FM-róðurin síðan 2008.

Tað var sera tætt millum føroyameistaran seinastu fýra árini, Klaksvíking, og so Havnarbátin úr Havnar Róðrafelag, sum aftur er við í fremstu røð í kappróðri.

Klaksvíkingur hevði annars leiðsluna stóran part av teininum og munurin styttist. Havnarbáturin vann í endaspurtinum, men tað var ikki meira enn akkurát.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Havnarbáturin kom á mál við tíðini 04:45.40, meðan Klaksvíkingur fekk tíðina 04:45.47. Norðingur var nakað aftanfyri og kom á mál við tíðini 04:49.18.

Lagt er upp til spennandi kapping hjá 10-mannaførum. Havnarmenn hava nýggjan bát og manningin er í stóran mun tann sama, sum vann allar róðrarnar við 8-mannafarinum Tórsbátinum í fjør.

Sí úrslit frá róðrinum á norðoyastevnu her (rsf.fo)

Sí myndir frá kappróðrinum á norðoyastevnu


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder