Kappróður

Havnarbáturin setti alt uppá pláss

Havnarmenn vunnu við næsta einari bátslongd - nú stendur aftur á jøvnum í FM-stríðnum.

(Skíggjamynd: KvF)

(Skíggjamynd: KvF)

2025-07-05 17:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv ikki so spennandi í 10-mannafarsróðrinum í dag sum á onkrum av undanfarnu stevnunum.

Á Varmakeldu í Fuglafirði setti Havnarbátin nevniliga Klaksvíking og Norðing uppá pláss.

Havnarbáturin kom á mál við tíðini 04:28.29, næstan eina bátslongd frammanfyri Klaksvíking við tíðini 04:30.25.

Norðingur hevði tíðina 04:32.18.

Í kappingini um FM stendur nú á jøvnum millum havnarmenn og klaksvíkingar við 26 stigum. Norðingur er dragnað og hevur 20 stig.

Øll úrslitini frá kappróðrinum á Varmakeldu síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder