Fótbóltur

Havnarfeløgini hungra eftir steypagulli

HB og B36 hava verið í finalum seinastu árini, men tað er nakað fráliðið síðani seinastu steypasigrarnar hjá stórfeløgunum.

B36 tapti fyri NSÍ á Tórsvølli fyri einum ári síðani; nú skulu Benjamin Heinesen, Alex Mellemgaard og hinir dystast við grannarnar um steypið
(Mynd: Jens Kr. Vang)

B36 tapti fyri NSÍ á Tórsvølli fyri einum ári síðani; nú skulu Benjamin Heinesen, Alex Mellemgaard og hinir dystast við grannarnar um steypið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-22 18:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið bresta HB og B36 saman á Tórsvølli í ársins finalu um Løgmanssteypið.

Grannarnir hittust seinast í steypafinaluni í 1991, tá B36 vann 1-0. Hetta var aðru ferð í søgu felagsins, at havnarfelagið vann finaluna í steypakappingini. Fyrstu ferð var í 1965. 

Í byrjanini av hesari øldini lá væl fyri hjá B36 í kappingini um Løgmanssteypið. Í 2001, 2003 og 2006 lyfti felagið eyðkenda steypið, men síðani tað hevur tað ikki bragdað. Í 2008 tapti B36 fyri EB/Streymi í finaluni, og í fjør var NSÍ omaná á Tòrsvølli.

HB er suverent mest vinnandi felagið í føroysku steypakappingini. Síðani kappingin var fyrstu ferð í 1955, hevur HB vunnið heili 26 ferðir. Í øllum áratíggjum í seinastu øld vann HB steypakappingina fleiri ferðir; bæði í 1970`unum og í 1980`unum vann HB heilar sjey ferðir. 

Síðani aldarskiftið hevur tað tó bert eydnast einaferð hjá mest vinnandi felagnum í føroyskum mansfótbólti. Í 2004 vann HB finaluna á NSÍ. Í 2007 og í 2014 koppaðu ávíkavist EB/Streymur og Víkingur teimum reyðu og svørtu í finaluni. 

Hesaferð fer tað at bragda hjá HB ella B36. Spurningurin er so; hvat havnarfelag kann fegnast á Tórsvølli leygarkvøldið.

Finalan um Løgmanssteypið verður bríkslað í gongd klokkan 19.45 leygarkvøldið.

Kelda: FSF og FaroeSoccer 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder