Fótbóltur

Hazard skiftir til Borussia Dortmund

Thorgan Hazard hevur gjørt fimm ára sáttmála við týska stórfelagið.

2019-05-22 14:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vælumtókti leikarin hjá Borussia Monchengladbach, Thorgan Hazard, hevur gjørt fimm ára sáttmála við Borussia Dortmund.

Thorgan Hazard, sum er lítlibeiggi Chelsea-leikaran Eden Hazard, hevur í seinastuni verið settur í samband við fleiri stórfeløg kring Evropa.

Borussia Dortmund rinda 25,5 milliónir evrur fyri leikaran, sum hevur spælt við Borussia Monchengladbach seinastu fimm árini. Hesi árini hevur hann spælt 182 dystir, har hann hevur skorað 46 mál og lagt upp til 44 mál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder