
Havnar Bóltfelag hevði eitt avlop í fjør á 2,5 milliónir krónur. Árið 2023 hilnaðist sostatt munandi betri enn árið fyri, tá avlopið var 1,8 milliónir krónur.
Aðalfundur var í Havnar Bóltfelag í gjár, har Ransin N. Djurhuus, formaður kundi fegnast um eitt gott kappingarár, har HB endaði sum mest vinnandi felag við átta gull-, trimum silvur- og trimum bronsuheiðursmerkjum.
Jóannes Mouritsen, sum hevur sitið í nevndini í HB í meira enn tíggju ár, ynskti ikki afturval á aðalfundinum hesaferð. Aðalfundurin tók avgerð um at hækka talið av nevndarlimum úr fimm upp í sjey. Nýggir nevndarlimir eru tí Anna Falkenberg, Gunnar Justinussen og Niclas Joensen.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Ransin N. Djurhuus, formaður, Lars Muller, næstformaður, Finn Jensen, kassameistari, Anna Falkenberg, skrivari, Símun Samuelsen, Niclas Joensen og Gunnar Justinussen, nevndarlimir. Tiltakslimir eru Ingi Rasmussen og Gunnar Mohr.
Nevndin í HB. Frá vinstru Finn Jensen, Gunnar Justinussen, Ransin N. Djurhuus, Símun Samuelsen, Anna Falkenberg, Niclas Joensen og Lars Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald