Fótbóltur

HB buldrar víðari - KÍ og NSÍ greiddu sína skyldu

Top trý gerst greiðari, og HB nærkast FM.

Toppskjúttin, Adrian R. Justinussen skoraði hattrick í dag, og Jóannes K. Danielsen skoraði í Klaksvík
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Toppskjúttin, Adrian R. Justinussen skoraði hattrick í dag, og Jóannes K. Danielsen skoraði í Klaksvík (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-19 19:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll liðini í topp-trý vunnu í dag, og tá Víkingur og B36 bæði mistu stig gerast linjurnar í oddinum greiðari. KÍ reisti seg, og HB tók enn eitt fet móti FM.

Eins og í Sørvági legði HB út sum eitt óløgi í dag. Oddaliðið blásti Suðringar um koll, og eftir eitt korter var 2-0. Málini komu frá Ara Mohr Olsen, ið skoraði fjórða dystin á rað, og Adrian Rúnasson Justinussen, sum við beinleiðis frísparki kom á máltalvuna aftur. HB vísti, hví liðið er oddalið, og tíggju minuttir fyri hálvleik gjørdist Adrian tvífaldur málskjútti.

3-0 og tað var sera tungt hjá suðuroyingum, ið noyddust at ásanna, at teir skulu hava síni stig aðrastaðni. Vælsmurda HB-maskinan koyrdi víðari, og Adrian, sum í dag fekk síni fyrstu mál eftir steðgin, skoraði til 4-0 tíggju minuttir fyri tíð og fekk harvið sítt hattrick. HB heldur harvið leiðsluna, og nú sjey dystir eru eftir, sær tað sera gott út hjá Heimiri og hansara monnum. Liðini aftanfyri Surðingar fingu stig, so Glenn Ståhl og co. eru ikki heilt tryggir.


EB/Streymur fekk næstan ikki eitt bein til jørðina í 1.hálvleiki við Djúpumýru; serliga fyrstu løtuna vóru klaksvíkingar greitt omaná. KÍ spældi ágangandi og væl, og eftir nakrar spentar støður, legði Páll A. Klettskarð heimaliðið á odda eftir gott upplegg frá Steinbjørn Olsen. KÍ hevði gott tamarhald á, og kundi verið á odda við meira enn einum málið í hálvleikinum.

Í 2.hálvleiki kom EB/Streymur væl út, og royndi at leggja trýst á. Men stutt eftir tíman økti vælleikandi Jóannes Kalsø Danielsen um munin, og so varð dysturin nakað punkteraður. Í yvirtíðini skoraði 17-ára gamli Óli Eyðsteinsson Poulsen til 3-0; hansara fyrsta mál í Betri-deildini. KÍ reisti seg harvið eftir tvey tung tap, og Evropa-plássið tykist at vera rímiliga trygt. EB/Streymur er í ongamannalandi.



NSÍ legði væl út í slagnum um Skálafjørðin, og eftir eitt stórt korter stútaði liðformaðurin, Klæmint A. Olsen heimaliðið á sigurskós. Og tað var Klæmint, ið lukkaði dystin í 2. hálvleiki. Grannarnir hinvegin fjørðin megnaðu ikki at hótta, og metmálskjúttin í føroyskum fótbólti stútaði í málið til 2-0.

Í fjør fekk Skála sjey stig í trimum dystum móti NSÍ, meðan runavíkingar fingu bara eitt stig. Í ár er tað júst umvent. NSÍ hevur vunnið allar dystirnar eftir summarsteðing, og liggur væl fyri í stríðnum um Evropa. Skála er framvegis í ongamannalandi.

B36 og Víkingur mistu móti AB og 07 Vestur. Les meira um teir dystirnar her: https://roysni.fo/b36-og-vikingur-snavadu-moti-botnlidunum

 

HB - TB/FCS/Royn 4-0(3-0)
Ari Mohr Olsen 1-0
Adrian Justinussen 2-0
Adrian Justinussen 3-0
Adrian Justinussen 4-0

NSÍ - Skála 2-0(1-0)
Klæmint A. Olsen 1-0
Klæmint A. Olsen 2-0

KÍ - EB/Streymur 3-0(1-0)
Páll A. Klettskarð 1-0
Jóannes Kalsø Danielsen 2-0
Óli Eyðsteinsson Poulsen 3-0

Støðan eftir 19. umfar
1. HB (52 stig)*
2. KÍ (44 stig)*
3. NSÍ (39 stig)
4. Víkingur (35 stig)
5. B36 (34 stig)
6. EB/Streymur (18 stig)
7. Skála (18 stig)
8. TB/FCS/Royn (15 stig)
9. 07 Vestur (10 stig)
10. AB (9 stig)

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder