B36 legði seg á odda 2-1 tíggju minuttir inn í 2. hálvleiki, men síðani gekk heilt galið hjá ártalsfelagnum, ið fekk trý mál ímóti sær og ein av málskjúttunum, Alex Mellemgaard, útvístan. HB víst sínar dygdir uttan Adrian Justinussen á liðnum og vann oddadystin, ið innihelt heili seks mál.
(Meira um hendan dystin seinni)
Myndir: B36 - HB
Í Norðragøtu livdi Víkingur ikki upp til favorittleiklutin, tá TB vitjaði. Einki mál kom, og tískil var tað TB, ið fekk tað betra úrsltiið í tí uppgerðini. Víkingur hevur nú mist fýra stig móti botn-fimm liðum.
5. umfar í Betrideildini
Mánadagin 01.06 (2. Hvítusunnudag)
B36 - HB 2-4 (1-1)
10’ Pætur Petersen (Dan í Soylu) 0-1
18’ Alex Mellemgaard (br.) 1-1
56’ Michal Przybylski 1-2
61’ Pætur Petersen (Heðin Hansen) 2-2
65’ René Shaki Joensen (Heðin Hansen ) 2-3
90' René Shaki Joensen 2-4
Víkingur - TB 0-0
17.00: Skála - NSÍ
19.00: AB - KÍ
Vit dagføra frá øllum dystunum í dag og hava myndir frá teimum.
Týsdagin 02.06
19.00: ÍF - EB/Streymur
Støðan:
1. HB (15 stig) *
2. B36 (12 stig) *
3. NSÍ (9 stig)
4. KÍ (9 stig)
5. Víkingur (8 stig) *
6. EB/Streymur (3 stig)
7. ÍF (3 stig)
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig)
10. Skála (1 stig) *
* Ein dyst fleiri
Fótbóltur
HB eigur nú oddasessin
Pætur Petersen og René Shaki Joensen skoraðu tvey mál hvør í undirhaldandi grannauppgerðini, har B36 fekk eitt reytt kort. TB fekk sítt fyrsta stig í ár við javnleiki í Sarpugerði.
Pætur Petersen spældi sera væl í grannauppgerðini (Mynd: Sverri Egholm)
2020-06-01 16:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald