Fótbóltur

HB eins nógv stig sum meistaraliðið í fjør

HB er á veg móti FM, og liðið hjá Heimiri Guðjónssyni kann fáa met nógv stig.

Ari Mohr Olsen og HB eru greitt oddalið, og hava í løtuni met nógv stig í mun til stigatal (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ari Mohr Olsen og HB eru greitt oddalið, og hava í løtuni met nógv stig í mun til stigatal (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-19 22:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Víkingur vann FM í fjør, var tað talan um bíligasta meistaraheitið í mun til tal av stigum, síðani farið var til 27.umfør í 2005. Víkingur gjørdist meistari við 52 stigum í fjør; málúrtøkan var betri enn tann hjá KÍ.

Við 4-0 sigrinum á TB/FCS/Royn í Gundadali í dag, er HB komið uppá 52 stig, og tað er uppá bara 20 dystir. Fleiri ferðir seinastu 13 árini, er eitt FM-heitið tryggjað við at fáa 54 stig og uppeftir.

Metið fyri stig setti B36 í 2011, tá liðið fekk heili 67 stig við 21 sigrum, fýra javnleikum og tveimum tapum. HB hevur í løtuni 17 sigrar, ein javnleiki og tvey tap. HB skal sostatt hava 16 stig fyri at sláa metið, og oddaliðið hevur 21 stig at spæla um enn. 

HB hevur havt eitt framúr kappingarár, og tað er ikki hent fyrr, at eitt lið hevur yvir 50 stig eftir 20 umfør.  

Kelda: FaroeSoccer

Les eisini: 
HB buldrar víðari - KÍ og NSÍ greiddu sína skyldu

Málrevurin funnið málið aftur

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder