Fótbóltur

HB eitt fet nærri FM

Í einum lívligum dysti a Tórsvølli javnaði HB tvær ferðir, og nú er liðið ógvuliga nær við at tryggja sær føroyameistaraheitið.

2020-10-28 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ var tvær ferðir á sigruskós, men HB svaraði tvær ferðir aftur - í seinna førinum í 78. minutti, og eftir at NSÍ hevði havt stórar møguleikar at skora til 3-1.

Málið hjá Bartal Wardum ger, at HB kann verða føroyameistari í kvøld. Tað verður veruleiki, um Víkingur vinnur á KÍ - tað er 1-1 í hálvleikinum í Sarpugerði.

Í øllum kann HB avgerða alt við at vinna á TB á heimavølli sunnudagin.

Meira seinni.

Dystirnir í kvøld:

HB - NSÍ 2-2 (0-1)
36' Pætur Turiðarson Skipanes 0-1
48' Adrian Rúnason Justinussen 1-1
51' Klæmint Andrasson Olsen 1-2
78' Bartal Wardum 2-2

(18.00): Víkingur - KÍ (1-1)

(19.30): ÍF - B36
 (verður leiktur í Klaksvík)

Støðan í Betri deildini

1. HB (65 stig) 25 dystir
2. NSÍ (57 stig) 25 dystir
3. KÍ (55 stig) 23 dystir
4. B36 (53 stig) 24 dystir
5. Víkingur (44 stig) 24 dystir
6. ÍF (23 stig) 24 dystir
7. EB/Streymur (23 stig) 25 dystir
8. TB (15 stig) 25 dystir
9. AB (7 stig) 24 dystir
10. Skála (6 stig) 25 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder