2022-09-25 16:57
Áhaldandi trupulleikar við skaða gera, at Gustav Kjeldsen gevst í HB, og flytur aftur til Danmarkar.
HB skrivar á heimasíðuni, at samstarvið er steðgað í sátt og semju, og Gustav vildi fegin sleppa til Danmarkar, soleiðis at hann kann hugsavna seg um at gerast skaðafríur, og sleppa á vøllin aftur í næsta ár.
Gustav Kjeldsen leikti tilsamans til 10 dystir í reyð/svørtu troyggjuni og skoraði 1 mál. Hetta málið kom í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið ímóti FC Suðuroy.
HB liggur á triðja plássið við 49 stigum, og er bara eitt stig frá Víkingi á øðrum plássið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald