Fótbóltur

HB er aftur í steypafinaluni

Mikkel Dahl skoraði til 1-0 og 2-0, og HB burdi eisini økt meira um munin. 07 Vestur fekk tó spenning í aftur síðstu løtuna í kókandi dalinum.

HB'arnir kundu fegnast um tvey mál og eitt samanlagt sterkt avrik (Mynd: Sverri Egholm)

HB'arnir kundu fegnast um tvey mál og eitt samanlagt sterkt avrik (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-04 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinna hálvfinalan millum HB og 07 Vestur varð spæld í Gundadali í kvøld. Tann fyrra í Sørvági endaði 1-1, so tí var lagt upp til spenanndi dyst, har til bar hjá liðunum at koma nærri evropeiskum plássi. Ein rúgva av vágafólki var komið til høvuðsstaðin, og Gundadalur kókaði til tíðir. Heimaliðið var leikliga greitt omaná, men tað gjørdist spennandi síðstu løtuna.

HB setti seg á dystin beinanvegin. 07 Vestur hugsavnaði seg mest um at verja í 1. hálvleiki og fekk ikki spælið at koyra nakað serligt. Hinvegin flutti heimaliðið bóltin væl og trygt í grundspælinum og fekk høga trýstið umframt endurtrýstið at rigga.

Í 10. minutti legði Hanus Sørensen væl innfyri úr høgru, og so var Mikkel Dahl til reiðar og setti fótin á. Fleiri ting hjá áleyparanum síðstu mánaðirnar hava ikki eydnast so væl, men í dag sló hann til.

Tað gjørdi danin aftur stutt inn í 2. hálvleiki. Mathias Præst Nielsen rann væl við bóltinum, breyt ígjøgnum í høgru og fann høvdið á Mikkel Dahl. 

[object Object]
Mathias Præst Nielsen hevði fleiri góðar atgerðir á HB-miðvøllinum, og hann legði upp til 2-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

2-0 og nú sá tað als ikki út til, at tað fór at gerast spenanndi til síðsta bríksl. HB hevði eisini fleiri møguleikar at økja: Mikkel kundi gjørt hattrikk, Adrian Justinussen rakti yvirleggjaran, og HB var einaferð fýra móti einum í kontraálopi, uttan at tað eydnaðist at fáa skot á.

07 Vestur hótti sjálvdan. Tað tyktiskt, sum heldur nógvir fjáltur var á fleiri hjá útiliðnum, sum ikki eru so vanir við slíkar dystir. Spælið gjørdist tó nógv betur, tá Magnus Holm Jacobsen kom á vøllin.

HB fall eisini nakað longur aftur á vøllin, og síðstu løtuna fekk meira ágangandi útiliðið nakrar støður. Oddur Petersen skeyt stutt framvið, og í 90. minutti varð fríspark dømt. Tað sendi Jasper van der Heyden flott í málið - heilt upp í málhornið.

[object Object]

[object Object]
07 Vestur-fjeppararnir settu av álvara sín dám á kvøldið (Myndir: Sverri Egholm)

Sí eisini: Myndir: 07 Vestur-innrás

Nú var lív í bygdaskýlinum, og 07 Vestur oysti fleiri bóltar fram móti HB-brotsteignum. Tað gjørdist heldur spent, men tað endaði 2-1, og HB er uppiborið í steypafinaluni fyri fjórðu ferð uppá seks ár.

Liðið hjá Jákupi Martin Joensen hevur framvegis møguleika at tryggja sær evropeiskt pláss gjøgnum steypakappingina og landskappingina. Steypafinalan verður helst spæld móti B68 4. november. Tá kann HB vinna kappingina fyri 29. ferð og sítt fyrsta stóra steyp í trý ár. Fyri 07 Vestur er ikki serliga nógv at spæla fyri restina av kappingarárinum.

Kappingin um Løgmanssteypið - seinna hálvfinalan
Gundadalur, 04.10
HB - 07 Vestur 2-1 (1-0) - samanlagt 3-2
10' Mikkel Dahl (Hanus Sørensen) 1-0
53' Mikkel Dahl (Mathias Præst Nielsen) 2-0
90' Jasper van der Heyden 2-1

Sí uppstillingar, hagtøl o.a. á dystir.fo

Samrøður og fleiri myndir seinni

[object Object]
HB'ararnir kundu fegnast eftir síðsta bríksl (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder