Fótbóltur

HB er stórfavorittur í kvøld

Veddingarfyritøkurnar eru so at siga á einum máli um hetta. Inter Club d’Escaldes hevur ikki nógvar evropeiskar royndir, men meistaraliðið úr Andorra tapti tó bert 1-0 fyri írska Dundalk í fjør.

HB spælir Champions League-dystin klokkan 19 í Albania (Mynd: Sverri Egholm)

HB spælir Champions League-dystin klokkan 19 í Albania (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-22 12:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan sjey skal HB í evropeiska eldin aftur. Hálvfinalan í undan-undanumfarinum í Champions League móti Inter Club d’Escaldes verður leikt í albanska býnum Durrës, har hitin helst fer at liggja beint omanfyri tey 25 stigini. Upprunaliga skuldi kappingin við teimum fýra meistarunum úr teimum fýra lægst styrkismettu londunum verða leikt í Gundadali, men ov strangar sóttarhaldsreglar í Føroyum fingu UEFA at hálsa um.

Inter Club d’Escaldes er fyri stuttum byrja at gera seg galdandi í oddinum í Andorra. Felagið gjørdust meistari í Andorra í farna mánaði, og hetta var annað árið á rað, at liðið úr Escaldes, sum spælir í blá-svørtum troyggjum eins og italska Inter Milan, vann meistaraheitið.

Liðið luttók fyri fyrstu ferð í evropeiskum fótbólti í fjør. Í  undan-undanumfarinum til Champions League tapti liðið 2-1 móti Drita úr Kosovo á nevtralum vølli í Sveis. Liðið kom síðan inn í annað undanumfar í Europa League, har tað á heimavølli tapti 1-0 móti írska Dundalk, sum seinni sló KÍ út úr kappingini við 3-1 sigri í Dublin.

HB vann í 2014 greitt á Lincolm Red Imps, ið tá var meistari í Gibraltar. Annars hevur mest vinnandi føroyska felagið ongantíð spælt seg víðari  í evropeiskari kapping - í 1993 vann HB á skrivaraborðinum, tí lettiskt felag ikki fekk lent í Vágunum orsakað av mjørka.

Føroysku greipuvinnararnir hava tó nógvar góðar dystir og nógv góð úrslit í eisntøkum evropeiskum dystum  - tó so at siga bara á heimavølli - og eru í leiklutinum sum greiður favorittur í kvøld. Føroyska kappingin má metast at vera á hægri støði enn tann í Andorra, og tað eru fáaar veddingarfyritøkur, ið geva hægri odds enn 1,40 á ein HB-sigur. Ein sigur til Inter Club d’Escaldes gevur peningin áleið átta ferðir aftur. Tað kemur sjálvdan fyri, at oddsini liggja so nógv til eitt føroyskt lið.

Dysturin skal avgerðast í kvøld - um tað so verður eftir 90 minuttir, longda leiktíð ella brotssparkskapping. Vinnur HB skal finala spælast móti Folgore úr San Marino ell Prishtina fríggjadagin 25.06.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder